Privatlívspolitikkur fyri nýtslu av heimasíðuni

Her fært tú upplýst hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Dátuábyrgdari
Vestpack
Fjarðarvegur 10
350 Vestmanna

Telefon: +298 42 41 07
Teldupost: vestpack@vestpack.fo

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Um tú sendir ein fyrispurning umvegis frymilin á heimasíðuni ella keypir á nethandlinum, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum, er at svara fyrispurningum, eftir ynski frá tær.

Viðgerðin av tínum persónupplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
Fyrispurningar:

  • Navn, eftirnavn, telefonnummar og teldupost.

Keyp á nethandlinum:

  • Navn, eftirnavn, telefonnummar, teldupost og bústað.

Víðarigeving av upplýsingum
Tínir upplýsingar verða givnir til okkara dátuviðgerar, sum er neyðugt fyri at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Øll viðgerð av tínum persónsupplýsingum, verður framd út frá einari dátuviðgerðaravtalu, sum er undirskriva av báðum pørtum.

Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?
Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy. 

Afturat hesum, verða allar upplýsingarnar, ið vit fáa frá tær, goymdar á ambætara, ið er staddur í Hollandi.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?
Upplýsingarnar, sum vit innsavna umvegis frymilin á heimasíðuni, verða goymdar í mesta lagi 12 mánaðar.

Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg og fáa tær strikaðar, undir ávísum treytum.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú umvegis teldupost venda tær til vestpack@vestpack.fo. Vit seta okkum í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi, umframt at staðfesta tín samleika.

Rætturin til innlit
Tú hevur rætt til at biðja um innlit um teir persónupplýsingar, sum vit viðgera. Tú kanst fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál o.s.fr.

Rætturin til mótmæli
Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í viðgerðini. Upplýsingarnar kunnu framhaldandi nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

Rætturin til rætting
Um persónupplýsingar ikki eru rættar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar.

Rætturin til striking
Um tú ynskir vit ikki skulu hava persónupplýsingar skrásettar, hevur tú rætt til at fáa tær strikaðar. Hesin rætturin er ikki endaligur, upplýsingarnar verða ikki strikaðar, um tær eru fevndar av aðrari lóggávu, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking
Tú hevur rætt til at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær vera nágreinaðar, soleiðis at tær ikki kunnu viðgerast og atgongdin verður skerd.

Rætturin til dátuflutning
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, útflýggjaðar í einum skipaðum, talgiltum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður
Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerðandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin til at taka samtykkið aftur
Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Rætturin at klaga
Ert tú í iva viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á vestpack@vestpack.fo.

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð, kanst tú seta teg í samaband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo.