So er væl pakkað
Tørvar tær hjálp, ert tú vælkomin at senda okkum ein fyrispurning
Send fyrispurning

Um okkum

P/F Vestpack varð stovnað á heysti 1994. Høvuðsvirkisøki hjá Vestpack, er plast- og etikett framleiðsla. Seinnu árini hevur Vestpack eisini verið heildarveitari av pakkitilfari og tí sum fylgir í kjalarvørrinum av tí – t.v.s. at veittar verða eisini vørur, sum ikki eru partur av sjálvari framleiðsluni, so sum pappeskjur, blokkumsløg, pakkimaskinur osv.

Styrkin hjá Vestpack er millum annað fleksibilitetur, eitt nú av tí, at vit hava framleiðsluna í húsinum og ikki hinumegin víða hav. Somuleiðis kunnu vit tillaga framleiðsluna eftir føroyska marknaðinum, eitt nú hvat víðvíkur nøgdum, har vit hava eitt lægri minstamark fyri serframleiðslu enn okkara kappingarneytar uttanlands. Somuleiðis er Vestpack ISO 9000 góðkent – eisini framleiðslan.

Vestpack varð valt til ársins virki í 2013.

Vit eru umleið 30 fólk, sum hava okkara dagliga starv á Vestpack. Vit hava øll ymiskar uppgávur á virkinum, men hava tó sama endamál, nevnliga at nøkta kundans tørv á pakkitilfari.

Fyrispurningur