News

  • Lundamerkið vísir ein lunda við einum plastposa við trimum pílum á, og tekstinum endurvunnið plast. Lundin sær út sum hann er kliptur sundur og settur saman aftur, hann ber tí dám av endurnýtslu.

Avlopsplast verður endurnýtt

11. October 2023

Hevur posin hetta lundamerkið, er hann úr endurvunnari rávøru.

Vit eru góð við hetta landið, vit eru góð við náttúruna og alt hon gevur okkum, tí vilja vit sjálvandi minka um CO2 útlátið.
Vit á Vestpack vilja ganga á odda og vilja økja um endurnýtsluna soleiðis, at vit fáa sum mest úr plastinum. Eisini ganga nýggjar leiðir og leita alsamt eftir betri tilfari og burðardyggari loysnum.
Í nógv ár hava vit sent bingjur við avlopsplasti av landinum og hava innflutt endurvunnu rávøruna til framleiðslu.
Við framkomnari tøkni, endurvinna vit nú avlopsplastið á virkinum í Vestmanna.
Plast ger mun. Plast ger so mangt lættari, eisini tá ið hugsað verður um umhvørvið og veðurlagið. Góð innpakking leingir haldføri og minkar spill.
Ansa vit øll eftir tí vit eru góð við, vinna øll.