P/F Vest Pack varð stovnað á heysti 1994.
Høvuðsvirkisøki hjá Vest Pack, er plast- og etikett framleiðsla. Seinnu árini hevur Vest Pack eisini verið heildarveitari av pakkitilfari og tí sum fylgir í kjalarvørrinum av tí – t.v.s. at veittar verða eisini vørur, sum ikki eru partur av sjálvari framleiðsluni, so sum pappeskjur, blokkumsløg, pakkimaskinur osv.

Styrkin hjá Vest Pack er millum annað fleksibilitetur, eitt nú av tí, at vit hava framleiðsluna í húsinum og ikki hinumegin víða hav. Somuleiðis kunnu vit tillaga framleiðsluna eftir føroyska marknaðinum, eitt nú hvat víðvíkur nøgdum, har vit hava eitt lægri minstamark fyri serframleiðslu enn okkara kappingarneytar uttanlands. Somuleiðis er Vest Pack ISO 9000 góðkent – eisini framleiðslan.

Vest Pack varð valt til ársins virki í 2013.

Vit eru gott og væl 20 fólk, sum hava okkara dagliga starv á Vest Pack. Vit hava øll ymiskar uppgávur á virkinum, men hava tó sama endamál, nevnliga at nøkta kundans tørv á pakkitilfari.